Bjørn á Heygum, f. 04.01. 1954 var tilnevndur svenskur konsul í Føroyum í 1999 og aðalkonsul 2005.
Bjørn á Heygum tók juridiskt embætisprógv við Københavns Universitet í 1981.
Heimkomin til Føroyar gjørdist hann advokatfulltrúi hjá Mogens Birch, lrs., samstundis sum arbeitt var á Líkingarráð Føroya við skattamálum.
Eftir at hava fingið advokattilnevning í 1986, yvirtók Bjørn á Heygum advokatvirksemi hjá Mogens Birch.
Bjørn á Heygum hevur rikið egna advokatskrivstovu frá januar 1986, fyrst í hølunum J. Paturssonargøta 3, Tórshavn, og harnæst frá 2001 í egnum hølum í Bøgøtu 16, Tórshavn.
Bjørn á Heygum hevur møtirætt fyri Landsrætt og Hægstarætt.