Endamál okkara er

Ótroyttiliga at tryggja og verja
tíni rættindi

Vit eru …

HEYGUM PETERSEN THOMSEN halda til í nýmótans hølum, sum standa høgliga fyri í Bøgøta 16, Tórshavn.

Skrivstovan er opin frá kl. 08.00 til 12.00 og 13.00 til 16.30. Telefon og viðtalutíðin er frá 09.00- 12.00 og 13.30 – 16.00.

Framkomin samskiftis- og dataútgerð verður nýtt til at røkja dagligu uppgávurnar.

Uppgávurnar fevna um alt virkisøki hjá einum advokati, so sum incasso, fútarættarmál, forboð og arrest, arva- og skiftissakir, endurgjaldssakir, skattamál, starvsfólkamál, hjúnaskilnað, hjúnabandsskifti, jarðarsakir, fiskivinnumál, revsimál, tvingsilssølur, likvidatiónir, akkord, konkurs, stovnan og avtøku av feløgum, søla og keyp av fastogn, skipum, leysafæ, auktiónir v.m.

Skipan

Vit eru sjálvstøðugir advokatar sum eru skipaðir í skrivstovufelagsskapi. Tað vil siga, at vit arbeiða hvør sær, hava hvør sínar klientar, hvør sítt bókhald vm. Vit samstarva í ávísan mun og hava m.a. felags innheintingarskipan.

Virksemi okkara gongur fyri seg gjøgnum hesi feløg:

  • Sp/f Advokatsmápartafelagið Bjørn á Heygum, Bøgøta 16, Postrúm 164, 110 Tórshavn, V-tal 556688
  • Sp/f Alfred Petersen advokatur, Bøgøta 16, Postrúm 164, 110 Tórshavn, V-tal 557021
  • Sp/f Jónfinn Thomsen, adv., Bøgøta 16, Postrúm 164, 110 Tórshavn, V-tal 547964
  • Sp/f Djóni Thomassen, adv, Torkilsgøta 12, Postrúm 164, 110 Tórshavn, V-tal 561126

Vit eru allir beskikkaði av Justitsministeriet í Danmark og eru limir í Advokatsamfundet, ið førir eftirlit við øllum advokatum.

Trygging

Vit eru tryggjaði hjá HDI GLOBAL SPECIALTY DANMARK, Indiakaj 6, 1. sal, DK-2100 København Ø CVR.nr.: 41 26 86 38 E-mail: info-dk@hdi-specialty.com. Tryggingaskjal nr. 156-76213795-30013 fyri Djóna Thomassen, tryggingarskjal nr. 156-08655458-14001 fyri Jónfinn Thomsen, tryggingarskjal nr. 156-08655365-14007 fyri Bjørn á Heygum og tryggingarskjal nr.  156-08655081-14009 fyri Alfred Petersen.

Tryggingin fevnir um alt advokatvirksemi og fevnir eisini um trygd (garanti) fyri advokatarnar.

Bankasamband

Vit hava klientkontur í BankNordik, Betri Banka, Suðuroyar Sparikassa og Norðoya Sparikassa.

Tagnarskylda

Trúnaður er ein treyt fyri virkseminum hjá advokatinum og ein grundleggjandi skylda og rættur, ið skal virðast, ikki bara við atlitið til tann einstaka men eisini við atlitið til rættarsamfelagið.

Tað er avgerðandi, at ein advokatur kann fáa upplýsing um viðurskifti, sum klienturin ikki vil siga øðrum, og at advokaturin kann fáa kunnleika um upplýsingarnar í trúnaði.

Advokaturin skal viðfara allar upplýsingar, sum hann sum liður í sínum virksemi fær kunnleika til, í trúnaði. Tagnarskyldan er galdand uttan tíðaravmarking.

Áhugamálsstríð

Tá advokaturin átekur sær eina uppgávu, skal advokaturin í hvørjum einstøkum føri og í rímuligan mun tryggja sær, at eingin kann koma í iva um, at advokaturin hevur hildið reglurnar um áhugamálsstríð.

Ein advokatur má ikki hjálpa einum klienti í støðum, har eitt áhugamálsstríð er íkomið, ella har tað er nærliggjandi vandi fyri, at ein slíkur tvídráttur kann íkoma.

Vit kanna altíð, um tað er vandi fyri áhugamálsstríði, tá vit fáa nýggj mál. Tað gera vit við at hyggja í klientskráseting okkara, um vit umboða ella hava umboðað mótpartin. Vit tryggja eisini, at ongin á skrivstovuni er nærskyldur ella hevur tætt samband við mótpartin.

Er vandi fyri áhugamálsstríðið verður tað umrødd við klientin og evt. eisini við mótpartsins advokat. Niðurstøðan er grundað á eina ítøkiliga meting.

Er talan um áhugamálsstríð úttraðka vit úr málinum og hjálpa til við at fáa annan advokat at traðka inn í málið. Samsýning verður ikki kravd fyri tað arbeiðið, sum má gerast umaftur av tí advokati, sum er traðkaður inn í málið.

Innistandandi á klientkontum (Garantiformuen)

Innistandandi hjá klientum á einari ella fleiri klientkontum okkara er sum útgangsstøði fevnt av trygd veitt av grunninum “Garantiformuen” uppá íalt EURO 100.000, um avvarandi banki skuldi fari á húsagang.

Uppgávu- og prísupplýsing til privatklientar

Tá klienturin er ein privatpersónur, skal advokaturin – klárt og týðuliga, skrivliga og beinleiðis – upplýsa klientin um teir mest týðandi lutirnar í hjálpini, ið hann roknar við skal veitast. Hetta skal hann gera av sínum eintingum, í sambandi við at avtala verður gjørd um eina uppgávu. Hevur advokaturin frammanundan ásett eitt ávíst gjald, so skal hann eisini upplýsa um støddina av tí gjaldinum, sum hann ætlar at krevja.

Er tað ikki gjørligt at rokna støddina á gjaldinum frammanundan, skal advokaturin klárt og týðuliga, skrivliga og beinleiðis mótvegis klientinum upplýsa, antin hvussu gjaldið verður roknað, ella geva eina grundaða kostnaðarmeting. Hetta skal hann gera av sínum eintingum, í sambandi við at avtala verður gjørd um eina uppgávu. Advokaturin skal harumframt upplýsa um væntaðar útreiðslur, herímillum almenn gjøld.

Ger advokaturin eina kostnaðarmeting, skal klienturin skjótast gjørligt kunnast skrivliga, um samlaða gjaldið kann væntast at gerast hægri enn tann upphæddin, sum er nevnd í kostnaðarmetingini. Advokaturin skal av sínum eintingum klárt og týðuliga kunna klientin um hetta.

Klagur

Vit eru limir í Advokatsamfundet, Danske Advokater og Advokatfelag Føroya.

Um tú ynskir at klaga um atburð ella samsýning, kanst tú gera tað ómakaleyst til Advokatnævntet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K (https://www.advokatsamfundet.dk/advokatnaevnet/). Mannagongd v.m. finnur tú her.

Advokaturin skal viðfara allar upplýsingar, sum hann sum liður í sínum virksemi fær kunnleika til, í trúnaði. Tagnarskyldan er galdand uttan tíðaravmarking.