Um húsasølu

Heygum & Petersen hava drúgvar royndir av at selja fastogn vegna kundar.

Vit átaka okkum gjarna at selja tygara sethús, íbúð, summarhús, neyst, grundøki, jørð, umframt vinnu- og handilsbygning v.m.

Vit havaløgfrøðiligan serkunnleika á økinum, og veita í hesum sambandi alla neyðuga ráðgeving og vegleiðing til tess at tryggja kundan best møguligt.

Mannagongdin í samband við sølu av fastogn er henda:

· Ognin verður lýst alment til sølu við hóskandi mynd og evt. prísuppskoti á heimasíðuni, í bløðunum, og harumframt sýnd fram í sýnisglugganum í niðastu hædd í skrivstovubygningnum í Bøgøtu 16.

· Skrivligt boð uppá ognina við matr.nr. og adressu, skal latast inn við váttan um fígging, umframt upplýsingar navn, adressu og tlf. nr. um hetta skal takast til eftirtektar.

· Vit kunna seljaran og aðrar áhugaðar keyparar um boðið, og minsta yvirboð.

· Bindandi avtala er gjørd, tá boðgevi fær váttan um, at hansara boð er góðtikið innan fyri ásetta freist.

· Seljarin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin boð, og hevur ikki skyldu at taka við hægsta boði ella nøkrum boði.

· Verður ognin ikki seld, rindar seljarin einans fyri beinleiðis útreiðslur, so sum lýsingar.

Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við okkum á skrivstovuni fyri at fáa nærri upplýsingar hesum viðvíkjandi. Vit eru at hitta vanliga skrivstovutíð k. 08 00 – 16 00. Eisini ber til at ringja í tíðarskeiðinum kl. 09 00 – 12 og kl. 13 30 – 16 00, ella kontakta okkum við fax ella telduposti.

<< Aftur til húsasøluna