Uppboðssøla á Tvøroyri 23.11.2012, kl.16.00

UPPBOÐSSØLA

verður við bátahylin innan fyri Delta Seafood á Tvøroyri:

Fríggjadagin 23. nov. 2012, kl. 16.00

Á uppboðssøluni verður seldur:

Báturin M/B Windy, TG. 360.

Talan er um ein glastrevjabát bygdur í 1975 á verksmiðjuni Windy Boats, Arendal, Noreg

Longd 7.50 m, breidd 2,75 m og djúbd 0,50 m, brutto 2 tons.

Báturin hevur ein OMC motor uppá 225 hK.

Báturin verður seldur, sum hann er og liggur við bátahylin innan fyri Delta Seafood á Tvøroyri.

Gjaldstreytir: Kontant ella bankatrygd fyri boðnum.