Svenskt vinnulív á vitjan

Vinnulívsseminar 27. mai – umboð fyri svenskt vinnulív á vitjan

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar.

Týsdagin 27. mai kl. 10.00 – 13.30 verður skipað fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum við luttøku av svenska handilsráðharranum Ewu Björling og umboðum fyri svenskt vinnulív.

Yvirskipaða endamálið er at menna samstarvið millum føroyska og svenska vinnu.

 

Luttakandi fyritøkur:

  • Orkla Foods
  • Skandinaviska Enskilda Banken (SEB)
  • Saab
  • NCC
  • Nibe/Vølund
  • Volvo
  • Fiskareföreningen Norden

 

Vegna avmarkað pláss verða fyritøkur, sum hava áhuga at luttaka, bidnar um at boða frá luttøku til Vinnuhúsið áindustry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. mai.