Skrivstovuhøli á II hædd við tilhoyrandi atgongd til felags køk, fundarhøli v.m. verða hervið lýst til leigu.

Hølini eru í sera góðum standi og vælútgjørd við øllum hentleikum, so sum káplar til telduskipan, alnót v.m.

Talan er um eina samlaða vídd ca. 90 m 2, býtt upp í 4 sjálvstøðug skrivstovuhøli, umframt WC.

Felagshølini eru umleið 70 m 2 til víddar.

Bygningurin stendur sera høgliga fyri miðskeiðis í býnum.

Góð parkeringsviðurskifti er nærhendis á stóra parkeringsplássinum á Skálatrøð. Harumframt eru tíðaravmarkaði parkeringspláss allastaðni kring bygningin.

Atgongd kann um neyðugt fáast til arkiv í bygninginum

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:

Heygum & Petersen, adv.

Bøgøta 16

FO-100 Tórshavn

Tlf. 351710

Mail: hp@adv.fo