Uppboðssøla Leygardagin tann 13. september 2014 kl. 10.00


Leygardagin tann 13. september 2014 kl. 10.00 verður uppboðssøla hildin yvir bátin M/B Hópur, KG 740, XPF3152, byggiár 1993, mrk. Aqua Star, Mercruiser 220 HK. Brt. 4,10, L 8 m, B 2,55 m, D 1,4 m. Báturin hevur drev (ikki fasta skrúvu), línuspæl, radara, ekkolod og 2 VHF.





Báturin liggur við Stangabrúnna í Klaksvík, niðan fyri heilsøluna hjá Kjølbro.





Uppboðssølutreytirnar eru, at goldið verður kontant (í reiðum peningi/kekki/gjaldskorti - Visa Elektron kann ikki nýtast) í sambandi við sjálvt uppboðið.