Uppboðssøla tann 12. Mai 2012, kl. 14 00 á Toftum




Leygardagin tann 12. Mai 2012, kl. 14 00,  verður uppboðssøla hildin yvir M/B Joan, FD 983, mrk. Hvalvík 800, á havnalagnum (við bátabrúgvarnar) á Toftum..


 


Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at M/B Joan hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 5 (útróðrarbátar undir 15 tons) og fiskiloyvi eftir hummara sunnan fyri Streymin, á Kolla-, Tanga-, Skála- og Kaldbaksfirði, og at Fiskimálaráðið framhaldandi fer at lata bátinum tey fiskirættindi, sum báturin undan uppboðssøluna hevur havt, um keyparin á uppboðssøluni lýkur tær treytir, sum løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum ásetir fyri at eiga og reka fiskifar undir føroyskum flaggi.


 


Uppboðssølan verður hildin har báturin liggur á Toftum.


 


Uppboðssølutreytirnar eru m.a., at báturin verður seldur í tí standi hann er við hamarslagið og at gjaldast skal kontant í sambandi við sjálvt uppboðið.


 


Tórshavn, tann 26.04. 2012


 


 


Sum uppboðsseljari


 


Bjørn á Heygum, adv.