EIGARAÍBÚÐ Í HOYVÍK TIL SØLU


Sera vælhildin eigaraíbúð í Maritugøtu 57, Hoyvík, verður hervið lýst til sølu.



Íbúðin er í veghædd og liggur í friðarligum barnavinarligum umhvørvi við góðum parkeringsmøguleikum.

Bussleiðin støðgar uttanfyri og góðir møguleikar eru fyri at handla nærhendis.



Ognin er bygd í 2005.



Grundøki er til víddar 77 m 2 , bytistal 1/12. Íbúðin er til støddar 73 m 2 við tilhoyrandi skúri uppá 4 m 2.



Íbúðin er innrættað soleiðis: Gongd, Køkur+stova í einum, 2. soviverilsir, baðirúm/toilet + goymslurúm.



Til íbúðina hoyrir eini minni havi + terassa.



Íbúðin verður upphitað við fjarhita. Útreiðslurnar til upphiting eru lágar



Prísuppskot 1.600.000.