Arbeiðsøki

Advokatfyritøkan átekur sær m.a. hesar uppgávur:

  1. Innheinting av peningaágóða hjá skuldarum
  2. Endurgjaldskrøv
  3. Tvingsilssølur og trotabúarviðgerð
  4. Stovnan og avtøka av partafeløgum o.ø.
  5. Søla/keyp av sethúsum, vinnubygningum, jørð o.ø.
  6. Søla/keyp av skipum og bátum, harundir útvegan av neyðugum loyvum
  7. Útvegan av skeyti, sølusáttmálum, veðbrøvum og skuldarbrøvum
  8. Arva-, skiftis- og hjúnabandsmál
  9. Skattamál
  10. Revsimál
  11. Starvsfólkamál
  12. Løgfrøðilig ráðgeving til vinnulívið og privat

Talan er bert um dømi millum tær fjøltáttaðu uppgávur, sum skrivstovan dagliga avgreiðir fyri síni viðskiftafólk.

 Møtt verður í Føroya Rætti, Landsrættinum og Hægsta Rætti.

Skrivstovan hevur neyðugan málsligan førleika í donskum, norskum, svenskum, enskum og týskum umframt føroyskum máli.